Jákup av Skarði
----
Á almennum fundi í Nólsoy, vóru ætlanir lagdar fram um nýggju ferjuna til Nólsoyar, men tíanverri fæst ikki innlit í eina tíðarætlan, ið lýsir gongdina í byggingini. Hetta er sera harmiligt fyri okkum, ið eru bundin sjóvegis. Harmiligt er tað eisini, tá vit samstundis kunnu hyggja afturá jaligan almennan fund og somuleiðis at tað tykist sum breið politisk undirtøka er fyri ferjubyggingini.
Arbeiðsbólkurin í Nólsoy hevur sent SSL orðingar, ið fevna um flestu viðmerkingarnar nólsoyingar hava borið fram um nýggju ferjuna. Harafturat hevur arbeiðsbólkurin skriva Vinnumálaráðnum fyrispurning um innlit í arbeiðsgongdina - har tíanverri staðfestast kann, at einki ítøkiligt er sett út í kortið. At málið ikki er frammi í miðlunum, kann av nólsoyingum tulkast sum at nú er aftur steðgur í, hóast peningur er settur til hesa íløguna.
Vónandi kunnu Vinnumálaráðið, Johan Dahl, landstýrismaður, Bogi Mortensen, SSL-stjóri, ella aðrir politikkarar, bera fram greiða tíðarætlan og lýsa ætlanirnar um nýggju ferjuna.
Harafturat hevði verið gott at fingið innlit í ætlanina, tá ið Ternan verður tikin úr Nólsoyarleiðini meðan Teistin er á beding. Lagt hevur verið fram, at talan var um hálvan august og átta vikur fram, men í Sosialinum 25/5-12 stendur á bls. 4: "Teistin skal til umvælingar í september..." og "Teistin verður úr sigling í níggju vikur, og hetta tíðarskeið røkir Ternan Sandoyarleiðina."
Spurningurin er so: "Hvør er virðiliga loysnin, ið eisini var nevnd á almenna fundinum?"
Man talan vera um at seta Silju Star inn um heysti? Ella kanska at taka Rituna? Man ætlanin (eisini) vera at seta SAM inn, til rørslutarnað og til barnavognar, og at flyta farm, rusk, olju o.a.? Er virðiliga loysnin um Nólsoyarfjørð, eisini við tí atlitið, at ferðandi nú eru von við at bilurin kann takast við - uttan at standa í bil-bíðirað?
Spurningarnir eru nógvir og skjótasti háttur at svara ivamálum, er at lata orð rúmast í miðlunum.
Vónandi verður okkurt at frætta í næstum.










