Veltan í Sandoynni hevði limafund herfyri, har eitt nú gartnarin, sum er knýttur at áhugafelagnum, Haraldur Símunarson Hansen, legði fram ætlanir um, hvussu hann heldur, at fram skal farast næstu tíðina. Á skránni var eisini eftirmeting av úrtøku og gjørdum royndum í farna ári.
Nú triði - og nógv tann størsti - vakstrartunnilin verður bygdur í Sandoynni, varð eisini tosað um, hvussu limirnir í Veltuni ynskja, at hesir tunlar og lendið rundan um tunlarnar skal brúkast.
Hin fyrri vakstrartunnilin, sum kom upp á Sandi, er 40 fermetrar stórur, men tunnilin, sum nú verður bygdur á somu leið, er heilar 280 fermetrar stórur og nógv hægri enn hin fyrri.
Í Skálavík er eisini bygdur vakstrartunnil, sum er 120 fermetrar stórur.
- Tað er líka sum mín uppgáva at ráðgeva og vegleiða einstøku limirnar í Veltuni, og tað er eisini mín uppgáva at eggja teimum, sum velta, til at velta meira enn til egna nýtslu.
Tað sigur Haraldur Símunarson Hansen, gartnari, ið virkar sum ráðgevi og framleiðsluleiðari hjá Veltuni. Gartnarin dylur ikki, at hann stórtrívist í Sandoynni, og hann heldur tað vera eitt fantastiskt arbeiði, sum Veltan og bøndurnir, sum fáast við grøði í Sandoynni, gera.
- Tað er eingin loyna, at her eru tað serliga nakrir bóndur, sum bæði nú og undanfarin ár hava gjørt nógv við eitt nú epli og gularøtur. Tað er eisini stuttligt at síggja, hvussu opnir hesir hava verið fyri at royna aðra grøði.
Haraldur Símunarson Hansen vísir á, at onnur grøði, sum eitt nú glaskál og grønkál hevur vaksið væl, og eitt nú tolir grønkál væl frost. Grønkál stendur framvegis so grønt og vakurt á Sandarfløtti, og sagt verður um grønkál, at tað verður betri, um frost fyrst er komið í grøðina.
Gartnarin sigur, at eitt er sjálv grøðin, og her er prógvað, at eitt nú grønkálið veksur væl og tolir nógv.
- Annað er, at føroyingar mugu venja seg við - og læra - at brúka grøðina, sum kann veksa her hjá okkum. Tað er eingin loyna, at fólk vanliga keypa tað, tey síggja í handlunum - og í fyrsti syfti kanska hugsa minni um tað, vit sjálvi kunnu framleiða, sigur Haraldur Símunarson Hansen.
Gartnarin sigur, at málið hjá Veltuni í Sandoynni er at veksa um søluvirðið av grøðini, sum kemur undan í heyst, við einari miljón krónum.
- Eg vil meta, at grøðin í fjør heyst hjá limunum í Veltuni og í Sandoynni sum heild man liggja um eina miljón. Tí verður málið hjá okkum nú at veksa um grøðina og tvífalda søluna. Tað haldi eg bestemt ikki er órealistiskt, sigur gartnarin.










