Virðið allar borgarar eins

Ein av greiðu avbjóðingunum hjá teimum 29 føroysku kommununum í dag er at gera almennu bygningarnar í kommununum atkomuligar fyri øll, sigur Tóra við Keldu, forkvinna í MBF.

Tóra við Keldu, forkvinna í Meginfelag teirra, ið bera brek í Føroyum, hevur eina greiða áheitan til nývaldu kommunustýrini í Føroyum. 

- Virðið allar borgarar eins og gerið umstøðurnar so, at øll kunnu vera við – inni sum úti, sigur hon.

Meginfelag teirra, ið bera brek í Føroyum hevur fleiri ferðir víst á, at atkomuviðurskiftini til almennar bygningar eru ikki nóg góð. Nú nýtir Tóra við Keldu enn einaferð høvi at vísa á, at nógvir almennir bygningar enn ikki eru nøktandi.

Hon vísir á, at fyri nýggjar bygningar eru atkomuviðurskifti skipaði í kunngerð og at bygningar mugu byggjast eftir góðkendum byggiloyvum.

- Hetta er sjálvandi bert galdandi fyri nýggjar almennar bygningar. Tó eiga kommunurnar at taka hetta við, tá ið t.d. arbeitt verður við umbygging av gomlum bygningum, sum skulu vera opnir fyri øllum. Her kann nevnast, tá ið gomul hús verða umbygd til matstovur, sigur hon.

Tóra við Keldu óttast tó, at atkomuviðurskiftini eru ein funnin fressur upp undir val og at øll føgur lyfti verða gloymd aftan á.

- Treytin fyri góðsku í gerandisdegnum er, at umhvørvi gevur møguleika at vera virkin og at vera partur av gerandislívinum, har tey flestu eru. Loysnirnar eiga ikki at varða nakrar fáa dagar, sum t.d. tá ið val ella okkurt serstakt er á vási, men heldur vera haldgóðar loysnir, ið halda í mong ár, skrivar Tóra við Keldu.