Hin dagin, tá ið Heðin Mortensen, formaður í Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum, kom við flogfrinum úr Danmark, og pedagogar tóku ímóti honum á flogvøllinum, ljóðaði tað sum, at Heðin Mortensen beinanvegin fór at fáa enda á verkfallinum.
Men so løtt var uppgávan ikki, og sum skilst var orsøkin, at Kommunala Arbeiðsgevarafelag ikki var einasti sáttmálapartur hjá Føroya Pedagogfelag.
Fíggjarmálaráðið lá í buktini.
- Formaðurin í Kommunala Arbeiðsgevarafelag hevur alment váttað, at brúkast skal tann tíð til fyrireiking, sum er neyðug. Hetta fata vit sum eitt stórt frambrot, hvat virðingini fyri okkara faki viðvíkur, sigur Maud Wang Hansen, forkvinna í Føroya Pedagogfelag.
Góð áseting
Heðin Mortensen heldur ta vera gott, at tað pedagogska fyrireikingararbeiðið er komið við í sáttmálan, tí henda áseting fer at tæna børnunum og foreldrum teirra.
- Vit eru øll noydd til at flyta okkum á øllum økjum, sigur Heðin Mortensen.
Hann sigur, at á hasum økinum var undir samráðingunum ongantíð ósemja millum pedagogarnar og kommunurnar.
- Vit mæltu til, at kommunurnar gjørdu sersáttmála, men tað vildu pedagogarnir ikki, sigur Heðin Mortensen.
Hann heldur tað vera vert at umhugsa, at kommunur og Fíggjarmálaráðið næstu ferð samráðast hvør sær við pedagogarnar og gera sersáttmálar.
Eins skipan
Heðin Mortensen heldur tað vera neyðugt, at kommunurnar hava eins skipan, og tí hevur Kommunala Arbeiðsgevarafelag boðið øllum borgarstjórum í landinum til kunnandi fund um pedagogsáttmálan. Føroya Pedagogfelag er boðið við á hendan fundin, sum verður 25. februar.









