Violinin lærir Silas at læra

- Eg spæli violin, tí tað er ordiliga skeg, sigur Silas Gudmund Hannesarson, sum gongur í 1. flokki í Tórshavnar Kommunuskúla. Silas er er ein av hepnu næmingunum í verkætlanini ?Litir í leiki?.

Verkætlanin er partur av einum nýggjum tilboði til næmingarnar í fyrsta flokki í Kommunuskúlanum. Hesir hava havt ? og fáa aftur komandi skúlaár - møguleika at luttaka í eini verkætlan, sum á enskum kallast ?Colour-Strings-verkætlanin?. Her stendur teimum m.a. í boði at fáa individuella undirvísing í ávísum ljóðførum.

Sjálvur heldur Silas, at hetta er ein góður máti at ganga í skúla uppá:

- Tá man spælir, skal man tonkja ræðuliga nógv við høvdinum, sigur ungi og ídni tónleikarin.

Tað var í farna skúlaári at Kommunuskúlin fekk møguleika fyri at menna børnini í 1. til 3. flokk eftir hesum leistinum.

Her er bæði undirvísing fyri tann einstaka í guitara, cello, violin og tvørfloytu, tey spæla í bolki saman eins og tey verða undirvíst í hoyrilæru.

Meiri er at frætta um verkætlanina á heimasíðuni hjá Kommunuskúlanum - www.skulin.fo/kom