Violin- og klaverspælarar vitja

Hesa vikuna vitja Serguei Azizian, violinspælari úr Keypmannahavn og Marianna Shirinyan, klaverspælari úr Esbjerg Føroyum. Konsertir og verkskeið verða hildin í hesum sambandi

Í vikuni fáa vit í Føroyum vitjan av tveimum tónleikarum, sum til dagliga búgva og virka í hvør sínum herðashornið í Danmark: Violinspælarin Serguei Azizian úr Keypmannahavn og klaverspælarin Marianna Shirinyan úr Esbjerg. Tey eru bæði fødd og uppvaksin í Yerevan í Armeninen, har tey eisini fingu sína fyrstu tónleikaútbúgving. Aftaná framhaldandi lesna í Sct. Petersburg og í Hamburg starvast tey nú bæði í Danmark.

Serguei Azizian hevur seinastu 16 árini verið konsertmeistari í Sjællands Symfoniorkester og hevur eisini verið nógv frammi innanfyri kamartónleik. Hann hevur spælt sum solistur saman við fleiri ymiskum symfoniorkestrum, verið limur í kamartónleikarabólkum og spælt inn á CD saman við Sjællands Symfoniorkstri. Eisini frálæra í violinspæli hevur Azizian áhuga fyri. Hann er nú professari á Kongiliga Musikkonservatoriðinum í Keypmannahavn. Mikudagin kl. 16-18 fer Azizian at undirvísa ávísum næmingum í Atelienum hjá Eivindi Mohr Lützenstrøð nr.12. Øll eru vælkomin.

Marianna Shirinyan hevur verið klaverspælari í vælumtókta tónleikarabólkinum Esbjerg Ensemble síðan 2003 og undirvísir eisini á Kgl. Konservatoriðinum í Keypmannhavn. Hon hevur fleiri ferðir vunnið fyrsta plássið í internationalum klaverkappingum bæði sum solistur og sum kamartónleikari.

Í vikuni fara hesir báðir framúr góðu tónleikararnir at hava konsert í Mentunnarhúsinum í Fuglafirði hóskvøldið kl. 19.30 og í Norðurlandahúsinum fríggjadagin kl. 17. Atgongumerki á 100 kr. kunnu við inngongdina. Øll lesandi sleppa inn fyri einki.

Tíðarætlan:

Mikudag 17. september: Azizian kemur

Verkskeið klokkan 16 ?18 Eivindurs Atelier Lützenstrøð nr. 12

Undirvísing av næmingum á Tórshavnar Musikkskúla

Hósdag: Shirinyan kemur

Hóakvøldið klokkan 19.30 konsert í Mentunarhúsinum í Fuglafirði

Fríggjadagin klokkan 17 konsert í Norðurlandahúsinum í Havn.