Í kvøld fara Monika Stauss Joensen og Fiona Bechmann at hava konsert í Fuglafjarðar kirkju. Tær fara at framføra á violin og flygul, og eftir konsertina verður kaffi og prát Tær eru báðar kendar á tónleikapallum í Føroyum og høvdu í sínari tíð fleiri konsertir saman ? í Føroyum og í London.
Monika Stauss Joensen, sum er ættað úr Sveis og Fiona Bechmann, sum er ættað úr Onglandi, komu at kennast, tá Fiona búði í Føroyum og var aktivur tónleikari.
Sambandið hevur verið varðveitt alla tíðina, síðan Fiona flutti úr Føroyum, og nú hon aftur er á tónleikavitjan, fara tær báðar at hava konsert í Fuglafjarðar kirkju.
Konserttiltakið í Fuglafirði verður í kvøld klokkan 20.
Monika og Fiona fara at framføra verk eftir eitt nú Mozart, Mendelssohn, Grieg og Hubay.
Øll eru hjartaliga vælkomin til tónleikatiltakið, sum sjálvandi er alment.
Væntandi er, at fólk í fyrsta lagi fáa eina góða tónleikauppliving, og síðan verður høvi til kaffi, hugna og prát.