Violin og dansur í Sjónleikarhúsinum

Týsdagin verður konsert við violinum, umframt føroyskan dans í Sjónleikarhúsinum Týskvøldi fara violinspælarnir Poul Bjerager Christiansen og hálvi føroyingurin Rune Tonsgaard Sørensen at spæla konsert í Sjónleikarahúsinum.

 

Eftir konsertina verður føroyskur dansur.

 

Teir báðir violinistarnir eru í Føroyum fyri at útgeva fløguna ?Fiddling Faroes? har teir hava umsett fleiri føroyskar vísur og kvæði til violin.

 

Mánadagin spæla teir í TUTLhandlinum á Káta Horninum kl.16 og týsdagin verður konsertin í sjónleikarahúsinum kl.19.30