Ein violin, sum tann heimskendi violinsmiðurin Antonio Stradivarius hevur gjørt, skal nú seljast í tí kenda uppboðssøluhúsinum Sotheby's í London. Uppboðið verður týsdagin í næstu viku.
Leiðarin á tónleikadeildini hjá Sotheby's, Tim Ingles, sigur við Reuters, at violinin er millum tær bestu, sum Stradivarius gjørdi. Ungarski violinleikarin Tivadar Nachez, sum livdi frá 1859 til 1930, átti hana og nýtti hana sum konsertviolin í 30 ár. Tim Ingles sigur, at tað er ein heiður at sleppa at selja eitt tílíkt ljóðføri, og hann vónar, at keyparar fara at vísa tí tann ans, sum tað hevur uppiborið.
Í London verður roknað við, at prísurin á violinini fer at liggjav ímillum átta og tíggju milliónir krónur. Ein cello, sum Stradivarius eisini gjørdi, skal seljast saman við violinini.