Í grundini var violinin ikki so nógv øðrvísi enn allar hinar, sum ljómaðu á stóru konsertunum í Norðurlandahúsinum í vikuskiftinum.
Men fyri kennarar var nærum talan um ein halgigrip.
Ein av teimum fimm Stradivarius violinunum, sum finnast í danska kongaríkinum, spældi við, tá Frændur og Føroya Symfoniorkestur vóru á pallinum í Norðurlandahúsinum.
Violinin, sum hevur virðið upp á 10 milliónir krónur, lá trygt í hondunum á Tobias Durholm, sum er ein av ungu violinsnillingunum í danska Kongaliga Kapellinum. Tað er Kongaliga Kapellið, sum eigur hesa violinina.
Violinin var gjørd av tí tiltikna italska violinmakaranum, Stradivarius, í Cremona-dalinum í1695. Nógvar Stradivarius fóru upp í royk undir Seinna Heimsbardaga, og síðani tá hevur tað ikki verið minni sjáldsamt at fáa hendur á eina slíka violin.
Sluppu at royna
At hendan violinin lendi við flogfarinum hjá Atlantsflog í Føroyum seinasta hósdag undirstrikaði bara, hvussu nógv var lagt í konsertina hjá Frændum og Føroya Symfoniorkestri. 11 danskir tónleikarar vóru í Føroyum og spældu saman við føroyingunum, og talan var um elituna á hesum øki í Danmark.
Saman við dønunum komu eisini tríggir føroyingar úr Danmark til konsertirnar. Ein av teimum var Páll Sólstein, sum spælir í Kongaliga Kapellinum.
Eftir seinnu konsertina, sum var sunnudagin, vóru øll tey luttakandi fólkini - tónleikarar, fyrireikarar og onnur - boðin til kalt borð á Hotel Føroyum. Seinni á kvøldinum komi Tobias ungi dragandi við sínum ljóðføri, og so var tað hendan Stradivarius violinin sum var í sentrum.
Danski strúkarin hevði ikki hug at spæla sjálvur, men hann hevði einki ímóti, at violinin hjá honum varð handað millum fólkini, bæði leik og lærd. Og har stóðu Nolsøe-brøðurnir í Frændum so í trunkanum og struku Stradivarius violini, meðan Sámal Petersen stóð tí meira skikkaða ískoytinum.
Stradivarius violinin fór av landinum í gjár, tá allir teir útlendsku tónleikararnir fóru á flog úr Vágum. Og so er at vóna, at Stradivarius fekk eina bleyta lending í Keypmannahavn.