Viola skal drepa koronavirus

Føroyskur íverksetari givið sítt íkast til stríðið mótu korona

Í hølunum hjá Inova á Hoyvíksvegnum hevur Regin W. Dalsgaard seinastu tíðina arbeitt við at framleiða ein UV reinsara, ið skal gera tað lættari at halda gott reinføri í hesum koronatíðum.

Regin W. Dalsgaard, ið telist millum tey fremstu á føroyska íverksetarapallinum, kom á hugskotið við einum UV skápi, tá dagstovnar í Føroyum fóru at fylgja donskum koronatilmælum, ið søgdu, at leikur skuldu vaskast annan hvønn tíma fyri ikki at smitta við koronavirus.

At nýta UV ljós til desinfisering av lutum er ikki nakað nýtt hugskot, men vanligir UV reinsararar, eins og tann, ið stendur á laboratoriiunum á Inova, kosta yvir 100.000 krónur, og eru tí ein tungur biti hjá einstøkum dagstovnum at svølgja.

UV reinsarin hjá Regini Dalsgaard, sum hevur fingið navnið Viola, er munandi minni enn ein industriellur UV reinsari, og fer eftir ætlan at kosta millum 15.000 og 20.000 krónur.

Les meira um tankarnar og arbeiðið handan Violu í Vikuskiftissosialinum.