Áhugin fyri gomlu – og nýggju – LP plátunum er vaksandi, og í hesum sambandi verður skipað fyri vinyldegi hjá Tutl á Káta Horninum í Havn leygardagin.
Fyrireikararnir siga soleiðis um tiltakið:
- Tað gongur út uppá, at vit hava so nógv fólk eftir hondini, sum elska hetta formati. Vit royna at syrgja fyri at tey møtast til ein kopp av kaffi - og kunna so práta um henda áhuga, og grava eftir einari góðari plátu eisini. Á leið 250 nýggjar plátur eru komnar, og eini 70 aðrar eru á veg.
Kaffi og annað verður at fáa, meðan møguleiki er at fáa prát við samhugað fólk, eins og leitast kann í úrvalinum av vinylplátum.
Tiltakið er frá kl. 10.00 – 14:00.