Vinyl til telduna

Hevur tú hópin av gomlum plátum, men ongan plátuspælara, er hjálpin nú nær. Gadgets.dk hevur nevnliga fingið fatur á einum plátuspælara, sum kann ísetast USB-portrið á telduni, og so er møguleiki at spæla alt vinyl-savnið yvir á nýmótans MP3-fílur. ella eisini bara lurta eftir plátunum, sum tær eru. Bæði EP- og LP’ir kunnu uttan víðari spælast, eins og eitt serstakt upptøku og redigeringsforrit fylgir við. Plátuspælarin sigst rigga til bæði Mac og PC, og kostar hann 1.499 kr. Risa stóri eftirspurningurin ger tó, at tað ikki er víst, at allar bíleggingar kunnu gangast á møti, verður sagt á gadgets.dk.