Búi og Dánjal framførdu á ólavsøku Ævitýrferðina, hitt fantastiska orkestrið. Hetta er í veruleikanum eitt leikslag, sum hevur verið burturgoymt ov longi, tí tað er longi ímillum leiktiltøkini, ið eru ætlað børnum, og neyvan er slíkt av álvara sæð, síðani Gríma ferðaðist kring landið. Og yvirhøvur er saknur í ferðandi leikfólki.
Men ævintýrferðin er eitt upplivilsi í nútímans leiklist og barnsligum frælsi, so tað er ein fragd fyri bæði børn og vaksin.
Teir megna at skapa ein hugaheim við leiki og sangi, tí - sum teir sjálvir siga - ein skal bara nýta "pippið".
Og ger ein tað, so er onki óført, og tað vóru óivað fá, ið t.d. ikki ímyndaðu sær spikafeita grísin, sum teir myndaðu í tómari luft, ella húsini hjá tarvinum, sum var so illsintur, at hann njósaði av øði.
Børnini hava ikki bert hyggjaraleiklut, men sleppa at luttaka og vegleiða og seta dám á framførsluna, og Búi og Dánjal lofta hegnisliga hugskotunum.
Men stuttligt er eisini, at tað er loyvt at siga og syngja t.d. "rumpan er reyð", og so mangt annað, og tá munurin á gentm og drongjum var á breddanum, so víst hetta eisini, at børnini eru við á hesum økinum. Hetta eru nýggir tónar í barnaleiki í Føroyum, men so hegnisliga gjørt í "barnahædd", at ongin tekur sær tykni av tí.
Og sangurin, sum at enda í framførsluni verður gjørdur saman við børnunum, og sum kann hoyrast uttanfyri eftir framførsluna, er eitt virðilgt punktum fyri livandi ævintýrferðina, har børn og vaksin sleppa at royna hugflog og flyta mørk.
Hattin av fyri ferðaleiðarunum báðum undir hatti; Búa og Danjali.