Í dag kmeur boripallurin, sum skal bora fyri Statoil, Sovereign Explorer, í føroyskan sjógv. Í næstu viku verður borurin væntandi settur í føroysku undirgrundina, og longu tá kann roknast við, at eini 1.000 ? 1.200 fólk arbeiða í oljuvinnuni í Føroyum.
Í næstum kemur Westnavion, boriskipið, sum skal bora fyri BP, í føroyskan sjógv.Øll ? sum arbeiða í frálandavinnuni ? skulu gjalda 35% í skatti í Føroyum frá fyrsta degi.
Í Havn sæst aktiviteturin longu av oljuvinnuni. Bara í fyrisitingunum hjá oljufeløgunum starvast millum 50 og 100 fólk, men fer framleiðslan í gongd kann hetta talið faldast við 100.
Øll hesi fólk skulu eisini ferðast um flogvøllin í Vágum, so oljuævintýrið er byrjað?










