Ævintýrferðin og børnini á ólavsøku

Ævintýraferðin eitt MUST á Ólavsøku 2008 Í Kommunuskúlanum í Kongagøtu 27. til 31. juli Tíðindaskriv

 

Aftur í ár fer Sjónleikara- og tónleikarabólkurin Ævintýraferðin at spæla saman við børnunum á Ólavsøku.

 

Seinastu fimm árini hava vit í Ævintýraferðini havt so nógvar ógloymandi løtur saman við børnum úr øllum Føroyum, at vit hava gjørt av at gera ein spildurnýggjan tónleika-sjónleik aftur í ár.

Dánjal og Búi ið manna Ævintýraferðina 2008 ? tað fantastiska orkestrið ? kunnu longu nú avdúka, at ferðin hevur nógv gott í væntu. M.a. kemur Babubabu-ubab á vitjan, og so verður meira HØB! enn nakrantíð.

 

Eins og undanfarin ár skapa vit ein sínamillum tónleikasjónleik, har børnini sleppa at taka lut við sínum hugskotum, sínum gávum og sínum sangi. Við leiki, gandi, spæli og tónleiki skapa vit eitt felags rúm, har børnini eru við til at gera av, hvønn veg leikurin skal fara.

Ein reyður tráður er, sum bindur leikin saman, men annars er hann broytiligur og opin. Hetta er stuttligt, læruríkt og fult av upplivingum. Tað er okkara endamál, at børn og vaksin fáa íblástur til at halda fram at spæla, syngja, ganda og at gera nýggjar sangir og leikir, tá ið vit eru farin.

 

Ævintýraferðin verður at síggja í Kommunuskúlanum í Kongagøtu dagarnar:

 

27. juli kl. 16 og kl. 18

28. juli kl. 16 og kl. 18

29. juli kl. 16 og kl. 18

30. juli kl. 16 og kl. 18

31. juli kl. 16

 

Atgongumerki kunnu keypast við inngongina og eisini er møguligt at bíleggja atgongumerki á Kunningarstovuni ella við at ringja á tlf. 259371.