Ævintýraferðin við Búa Dam og Dánjal á Neystabø verður síggja í SMS á ólavsøku.
- SMS er í ólavsøkuhýri, og bjóðar tí til ókeypis sýning við Ævintýraferðini hin 27. juli klokkan 20.00. Hetta er ein gyltur møguleiki at nýta eina hugnaliga stund saman við familjuni í býlinginum í Havn - saman við dugnaligu tónleikarunum, Búa og Dánjali. Eisini er stórt barnatiltak á Torginum frá mánadegnum 25. juli til og við mikudagin 27. juli, boðar SMS frá í tíðindaskrivi.
Um ólavssøkuna hevur SMS opið soleiðis:
Týsdagin 26. juli: 10.00 - 20.00
Mikudagin 27. juli: 10.00 - 22.00
Hósdagin 28. juli og Fríggjadagin 29. juli er stongt
Leygardagin er opið sum vanligt.