Ævintýraferðin fyri seinastu ferð

Seinastu átta árini hevur Ævintýraferðin hugtikið barnasálir á Ólavsøku. Og í ár verður einki undantak.

Dánjal og Búi eru aftur klárir við enn einari snedigari framførslu við nýggjum søgum og sangum, og í samstarvi við listamannin Sámal Blak hava teir skapað ein sniðfundigan heim við dukkum, maskum og havum.

Og vit sleppa sjálvandi eisini at hitta nakrar av teimum, sum vit kenna so væl. Millum annað Rúmdargrísin og Grækaris Grashøvd.

Men 2011 er eitt heilt serlig ár, tí hetta er nevniliga seinasta árið, at Ævintýraferðin fer á pall á Ólavsøku, siga tey, sum stíla fyri

Spælt verður mikdagin, hósdagin, fríggjadagin og leygardagin á Tjóðpallinum.