Tvær framførslur verða í Perluni ólavsøkuaftan, ólavsøkudag, fríggjadagin og leygardagin Ævintýraferðin hjá Dánjali á Neystabø og Búa Dam verður framførd í Perluni í Tórsgøtu í Havn. Ævintýraferðin verður framførd klokkan 16 og klokkan 18, ólavsøkuaftan, ólavsøkudag, fríggjadagin og leygardagin.
Dánjal á Neystabø og Búi Dam fara saman við Rógva á Rógvi at geva børnunum eina hugflogsríka uppliving, sum fer at vara umleið ein tíma.
Ævintýraferðin er ein tónleika-sjónleikur, sum Dánjal og Búi hava lagt til rættis. Tann fyrsta ævintýraferðin var á ólavsøku í 2004, og hevur hon síðani fingið alsamt størri undirtøku, og er í dag vorðin ein fastur táttur hjá mongum á ólavsøku.
Hini árini hava Búi og Dánjal framført ævintýrferðina uppi í kommunuskúlanum, men av tí, at ólavsøkan er meiri miðsavnað, so verður ævintýraferðin í ár framførd í Perluni.
Atgongumerki fáast við dyrnar, og í Kunningarstovuni.