Ævintýr á spæliplássinum

Leygardag kl. 15.09

Reportaga

Dánjal á Neystabø hevur alla verðina á sínum herðum, og smáu børnini spíla eyguni út og rópa. Verðin skal niður í eitt glas, sum Hallur Johannesen síðani skal drekka. Børnini hava hug at fara fram at hjálpa til, meðan mammurnar gera sítt ítarsta til at temja sínar ungar og halda teimum sitandi, meðan teir tríggir Dánjal, Hallur og Búi Dam undir útisjónleikinum Ævintýraferðin seta hugflogið í gongd hjá børnum sum vaksnum á spæliplássinum á G!.
Sólin bakar framvegis, og stemningurin er róligur. Tey flestu liggja ella sita á grøna kunstgrasinum, meðan tey allar ivrigastu børnini standa uppi og peika og viðmerkja tað, sum fer fram. Av og á verður friðurin órógvaður av hørðum ljóðroyndum niðri á sandinum, og sambært skránni skuldi tað verið villi heavy-bólkurin SIC, sum í løtuni hevur ljóðroynd.
Tað sæst á øllum brøgdum, at útisjónleikuin Ævintýraferðin er ein roynd at aktivera barnasinni og interagera við smáu áhoyrararnar, og hetta sær út til at eydnast til fulnar. Men tey vaksnu síggja út til at hugna sær eins nógv og børnini, tí Hallur, Búi og Dánjal duga væl at undirhalda og koma við jøvnum millumbilum við viðmerkingum, sum eisini eru stuttligar fyri tilkomnar sálir.
Móti endanum á framførsluni verða børnini biðin um at koma upp á pallin at imitera. Tann fyrsti drongurin hevur nevarnar á lofti, og øll rópa við ein munn, at hatta er ein boksari. Fleiri onnur børn nýta síðani høvið at fara fram at imitera.
Ein lítil ljóshærdur drongur sæst tó, sum fegin vil fara fram, men sum ikki tykist hava neyðuga dirvið. 4-5 ára gamli drongurin stendur uppi og hevur hondina hálvgum á lofti, men fer aftur um mammu sína, tá hann endiliga fær møguleikan og verður biðin um at koma fram. So skjótt, næsta barnið fer upp, stendur hann aftur og veipar við ørmunum fyri at gerast tann útvaldi, men hann kendi ikki sína vitjunartíð, og møguleiki hansara tykist vera rokin á hesum sinni.
Til seinast vera øll børnini biðin um at reisa seg og spæla við, og tey kunnu sjálvi sleppa at velja, hvat tey vilja vera. Øll børnini reisa seg manssterk og útfolda síni leiklistarligu evni, meðan Búi, Hallur og Dánjal ganga runt og gita, hvat børnini spæla. Og har eru bæði cowboyarar, svimjarar, rennarar o.s.fr.
Tey vaksnu førka seg longur aftur at seta seg. Nakrar øl skyggja í sólini, og lógvabrestirnir runga, tá teir tríggir entertainararnir eru lidnir. SIC skal í gongd niðri á sandinum, men tað eru fá, sum leggja leiðina oman móti størra pallinum eftir frisælu upplivingina á spæliplássinum. Tey hava betri hug at vera sitandi, til Hjørdis og Genturnar skulu hava sína søguligu framførslu teirra klokkan 16.45.