Búi Sibbidibbidimdimdubadabadam fer at lesa søgur úr nýggju bókini um Ævintýraferðina í Miðlahúsinum sunnudagin Sunnudagin klokkan 17 fer Búi Sibbidibbidimdimdubadabadam at fortelja søgu fyri øllum, sum tíma at lurta í Miðlahúsinum.
Ævintýraferðin, sum Dánjal Kaggadingding Kaggadum og Búi Sibbidibbidimdimdubadabadam eru upphavsmenn til, er komin út á bók, og hesari fer Búi at lesa upp úr.
Hetta er fyrsta bókin hjá Ævintýraferðini, og eitur hendan søgan Drongurin, sum hevði gloymt hvussu mann spælir.
Pól elskar at spæla. Hann spælir alt millum himmal og jørð. Men ein morgunin hendir nakað ræðuligt. Pól vaknar og finnur útav, at hann hevur púra gloymt, hvussu mann spælir. Uttanfyri hittir hann vinmannin Janus, og so byrjar søgan...
Øll eru vælkomin í Miðlahúsið at lurta og at práta við Búa Sibbidibbidimdimdubadabadam, sum fer at lesa upp úr bókini ?Drongurin sum hevði gloymt hvussu mann spælir?? og helst fer hann at finna uppá okkurt øgiliga stuttligt eisini.