Uppteljingin eftir valið í Íslandi bendir á, at tað verður vinstra síða í Altinginum, sum fær møguleikan at skipa nýggja stjórn.
Eisini sjálvt um konservativi Sjálvsæðisflokkurin gjørdist størsti flokkur á valinum í gjár.
Tað vísir endaliga valúrslitið í dag sambært íslendskum sjónvarpi.
Tað er annað valið í Íslandi innan eitt ár. Í báðum førum, tí forsætisráðharrin er farin frá av gølum.
Men tað verður trupult at skipa stjórn, av tí at teir báðir stjórnarflokkarnir ikki fingu meirluta.
Tølini í dag vísa, at Sjálvstæðisflokkurin verður størsti flokkur við eitt sindur meira enn einum fjórðingi av atkvøðunum.
Men tað bendir á, at Katrin Jakobsdóttir, sum er forkvinna hjá teimum Vinstri Grønu, fær møguleikan at skipa stjórn.
Hon ynskir sum útgangspunkt at skipa stjórn saman við Javnaðarflokkinum (Samfylkingini), sum hevði eitt gott val, og Piratunum, sum høvdu afturgongd.
Men henni tørvar stuðul frá einum ella tveimum flokkum.
Annar av teimum verður helst nýstovnaði Miðflokkurin við 11 prosentum av atkvøðunum.
Tað verður ikki uttan trupulleikar.
Formaður í Miðflokkinum er fyrrverandi forsætisráðharrin, Sigmundur Dávið Gunnlaugsson, sum noyddist at leggja frá sær vegna skuldsetingar um skattasvik.
Málið kom fram í sambandi við almannakunngering av sokallaðu Panama-skjølunum, sum dokumenteraðu, hvussu fleiri túsund fólk og feløg kring heimin høvdu goymt pengar í skattaskjóli.
Sjálvstæðisflokkurin við Bjarna Bebediktssyni sum formanni, gekk bara fá prosent aftur, men missir kortini stjórnarmeirilutan, tí hini báðir borgarligu flokkarnir høvdu afturgongd.
Tað hevur verið ríkiliga nógv stríð um Benediktsson, eftir at tað kom fram, at pápi hansara royndi at gera sær dælt av síni ávirkan til at fáa ein pedofildømdan vin strikaðan úr kriminellu skrásetingini.
/ritzau/










