Vinstri gongur eitt vet fram í fyrstu kanning síðani Ellemann

Í síðstu viku fór Jakob Ellemann-Jensen úr politikki, meðan Troels Lund Poulsen bjóðaði seg fram sum formansvalevni.

 

Jakob Ellemann-Jensen er søgan í donskum politikki. Fyri eini viku síðani stakk hann í sekkin. - Foto: Martin Sylvest/Ritzau Scanpix

Vinstri gongur eitt vet fram í fyrstu Voxmeter-kanning, sum er gjørd fyri Ritzau, eftir at Jakob Ellemann-Jensen segði donskum politikki farvæl.

Í seinastu kanning frá kanningarstovninum stendur Vinstri til at fáa 9,3 prosent av atkvøðunum, um val hevði verið í morgin. Í fyrru kanningini stóð stjórnarflokkurin til 8,8 prosent av atkvøðunum.

Seinasta veljarakanningin er gjørt millum 1028 umboðandi persónar yvir 18 ár. Hon er gjørd frá 23. oktober til og við 29. oktober.

Mesta óvissan hjá einstøðu flokkunum er +/-2,5 prosentstig. Fyri Vinstra er óvissan 1,8 prosentstig.

Júst 23. oktober hevði Vinstri tíðindafund, har Ellemann-Jensen boðaði frá, at hann legði frá sær sum formaður í Vinstra og samstundis fór úr donskum politikki.

Tað hendi eftir eina buldruta tíð hjá Vinstra eftir fólkatingsvalið 1. november í gjør.

Har endaði Vinstri við skuffandi 13,3 prosentum av atkvøðunum, og flokkurin endaði við at gera ein kúvending av teimum heilt stóru við at fara í stjórn saman við Javnaðarflokkinum – og Moderatunum – sjálvt um Elleman-Jensen í greiðum vendingum fyri og undir valstríðnum hevði gjørt greitt, at Vinstri ongantíð nakrantíð fór at gera Mette Frederiksen til forsætisráðfrú.

Fyrst í 2023 gjørdist Ellemann-Jensen sjúkur av strongd, og hann endaði við at vera burtur í eitt hálvt ár. Tá hann kom aftur 1. august, vóru framvegis vánaligar veljarakanningar og innanhýsis atfinningar, sum vórðu lýstar í ymsum miðlum.

– Mín persónur skuggar fyri úrslitunum hjá Vinstra í stjórnini. Og mín persónur skuggar fyri, at Vinstri kann kom framá aftur. Tí taki eg avleiðingarnar og leggi frá mær sum formaður fyri Vinstra, segði Ellemann Jensen millum annað á fundinum í síðstu viku.

Tveir dagar seinni boðaði Troels Lund Poulsen frá, at hann stillar upp sum nýggjur formaður.

Tað verður á landsfundinum hjá Vinstra í Herning 18. - 19. november, at nýggjur formaður skal veljast. Valevni til starvið skulu boða frá seinast 8. november.

Fyrrverandi ráðharrin, Claus Hjort Frederiksen heldur, at afturgongdin hjá Vinstra serliga stendst av, at Vinstri hevur víst seg sum ein flokkur, sum støðugt snarar á einum tallerki.

Tað segði Claus Hjort Frederiksen í eini samrøðu við Jyllands-Posten um vikuskiftið.

– Vit standa jú í dag sum ein flokkur, sum ger eitt lyftistbrot fyri og annað eftir. Tað byrjaði við at ógvusligu orðunum hjá Jakob Ellemann-Jensen umm ongantíð nakrantíð at arbeiða saman við Mette Frederisken, segði Hjort Frederiksen í blaðnum í gjár.

Vinstri fekk um miðjan oktober ringastu veljarakanningina nakrantíð – 8,5 prosent – hjá Voxmeter.

Annars gongur tað einki serligt hjá stjórnarflokkunum. Javnaðarflokkurin stendur til 22,3 prosent av atkvøðunum. Á valinum í 2022 fekk hann 27,5 prosent.

Modertarnir standa til 7,0 prosent. Flokkurin fekk 9,3 prosent av atkvøðunum á valinum.

Tilsamans fáa stjórnarflokkarnir 38,6 prosent av atkvøðunum ímóti 50,1 prosentum á valinum.

/ritzau/

##med2##

 

 

 

Jakob Ellemann-Jensen er søgan í donskum politikki. Fyri eini viku síðani stakk hann í sekkin. - Foto: Martin Sylvest/Ritzau Scanpix