Vinstri fund í Føroyum

Lars Løkke Rasmussen, danskur forsetisráðharri, hevur verið í Føroyum í summarfrí í eina tíð. Seinnapartin í dag kemur ein stórur partur av Vinstra til Føroya, tí tað er ikki bara frítíð á skránni. Vinstri heldur nevniliga summarfund í Føroyum

Forsetisráðharrin í Danmark hevur verið í Føroyum saman við familjuni hjá sær í vikur nú, og seinnapartin í dag kemur ein verulig innrás av Vinstrafólkum við flogfarið úr Danmark.

Tað er ikki bara til gaman, at øll hesi 80 fólkini koma úr Danmark. Tað er nevniliga soleiðis, at flokkurin skal halda summarfundin hjá flokkinum í Føroyum, og hann verður fríggjadagin.

Vinstri hevði eisini fund í Føroyum í 1992, tá Uffe Ellemann Jensen var formaður í flokkinum.


Gaman

Men gaman verður eisini á skránni. Vitjað verður á Slættaratindi, á Eiði, við Gjógv, í Haldórsvík og í havnini verður skipað fyri túri í Løgtingið, út á Reyn og á Tinganes.

Fótbóltur verður somuleiðis á skránni fríggjadagin áðrenn fundin. Tá verður dystur á Tórsvølli millum sambandsfólk og vinstrafólk. So verður spurningurin um Edmund Joensen spælir við Vinstra ella Sambandsflokkinum.

Umframt hetta fara vinstrafólkini eisini at royna seg í føroyskum róðrarbáti.