Tingbólkurin hjá Vinstra stuðlar av fullum huga floksins avgerð um at sleppa kravinum um eina advokatkanning í minkamálinum.
Tað sigur formaður floksins á tingi, Thomas Danielsen, í Fólkatingssalinum í dag, har eitt uppskot frá Nye Borgerlige um at seta í verk eina advokatmeting er til orðaskifti.
Har fær Thomas Danielsen nógvar atfinningarsamar spurningar serliga frá borgarligu flokkunum. Millum annað spyr Inger Støjberg, um tað er ein samdur tingbólkur, sum stendur aftan fyri avgerðina um at »renna frá lyftunum«.
– Eg tosi vegna ein samdan tingbólk, sum gevur samráðingartoymi okkara fullan stuðul, er svarið frá Thomas Danielsen.
Hann sigur víðari, at Vinstri sær veruleikin í eyguni við at sleppa kravinum um eina advokatkanning. eyguni við at sleppa kravinum um eina advokatkanning.
– Reyði vongur vann valið. Tað er ikki meiriluta fyri eini advokatmeting í Fólkatinginum, sigur Thomas Danielsen.
Eisini flokkar á vinstraveinginum sum Eindarlistin og Alternativið eru atfinningarsamir um, at Vinstri sunnudagin leyp frá lyftinum um eina advokatmeting í minkamálinum.
/ritzau/