Al Gore, sum var varaforseti hjá Bill Clinton, og sum royndi at gerast amerikanskur forseti fyri trimum árum síðani, roynir nú at stovna eina nýggja útvarps- og sjónvarpsrás, har vinstrasinnaðar kreftir í USA skulu sleppa til orðanna.
Sambært tíðarritinum Time heldur Al Gore, at tær republikansku kreftirnar í USA hava alt ov stórt vald á landsins loftmiðlum. Hugtakið "frælslyndi" skal fáa rúmar ræsur á teirri nýggju rásini. Í USA verður hetta orðið vanliga nýtt um tað, sum hesumegin Atlantshavið verður nevnt radikalt ella vinstrasinnað.
Sambært Time kannar Al Gore í løtuni møguleikarnar fyri at fáa fígging til ta nýggju útvarps- og sjónvarpsrásina. Al Gore er sjálvur fyrrverandi tíðindamaður.