Barbara Holm og Tjóðhild Patursson fara í dag undir nýggja sending á Rás2, har pláss eisini verður fyri teimum, sum ikki vilja tað sama sum tey flestu Sendingin Vinstra Víkiskylda verður fyri fyrstu ferð send á Rás2 í dag klokkan 15.10.
Vertir í sendingini eru Barbara Holm og Tjóðhild Patursson.
- Navnið á sendingini leggur upp til, at við hvørt verður mann noyddur at halda av fyri teimum, sum ikki halda vanligu víkiskyldurnar á vegnum, sigur Barbara Holm.
Hon sipar við hesum til, at í sendingini verður eisini pláss fyri teimum, sum ikki vilja tað sama sum stóra fjøldin í samfelagnum.
Í fyrstu sendingini verður listamaðurin Heiðrikur á Heygum gestur, og prátað verður við hann um, hvussu hann kennir seg í føroyska samfelagnum, ið hann heldur passar honum illa. Tosað verður eisini við ungum mann, sum hevur roynt at fingið ávirkan gjøgnum politikk og hevur mót uppá at broyta samfelagið. Og løgtingsmaður fer at svara ágangandi spurningum, sum tey flestu helst vildu sloppið undan at svara fyri opnari mikrofon.