Perlan í Havn verður í kvøld karmur um hólmgongu millum Sjúrð Skaale og Jørgen Niclasen, sum verður send beinleiðis á Rás2
Í kvøld klokkan 20:30 verður val-orrusta í sambandi við fólkatingsvalið. Tað verða Jørgen Niclasen, formaður Fólkafloksins, og Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður fyri Javnaðarflokkin, sum bresta saman.
Tiltakið er alment, og verður í Perluni í Havn - millum Reinsaríið og Miðlahúsið.
Tað eru Fólkaflokkurin og Javnaðarflokkurin sum hava tikið stig til tiltakið, og ætlanin er, at kjakið skal vera óformligari – og vónandi skemtiligari – enn teir meiri skipaðu og stívu andglettarnir, sum eru í sjónvarpinum.
– Valstríð missa sítt undirhaldsvirði, tá tey bara fara fram innan sjónvarpsins føstu og stívu karmar, har ein vertur við harðari hond stýrir hvat tosast skal um - og hvussu leingi.
– Í kvøld verður karmurin meira leysur, og kamphanarnir skulu svara beinleiðis upp á álopini hvør frá øðrum, eins og fólk úr salinum kunnu seta teimum hvassar spurningar, siga fyrireikararnir.
Dyrnar í Perluni lata upp klokkan 20:00, tá ein kaffimunnur og okkurt annað verður at fáa.
Tann politiski hanakampurin varar í ein tíma – frá klokkan 20:30 til klokkan 21:30.