Lars Løkke Rasmussen og onnur í danska Vinstra flokkinum halda árligan summarfund í Føroyum - og fótbóltsdystur ímóti Sambandsmonnum er eisini á skránni Í døgunum frá 3 til 8. august vitjar danski Vinstraflokkurin við Lars Løkke Rasmussen á odda í Føroyum. Her verður árligi summarfundur teirra hildin fríggjadagin 7. august.
Á skránni verður tó eisini annað enn politikkur. Útferð verður gjørd til Haldarsvíkar, har ið kirkjan verður vitjað. Vitjað verður somuleiðis í Eysturoynni, farið verður til Eiðis, til Gjáar og til Gøtu.
Eitt ynski hjá fleiri í ferðalagnum er at sleppa at rógva í føroyskum kappróðrarbáti, og ein túrur niðan á Slættaratind er somuleiðis á skránni.
Í Havn verður vitjað í løgtinginum, eins og túrur verður út á Reyn og Tinganes við staðkendum ferðaleiðara. Vitjað verður somuleiðis hjá fleiri av okkara listafólkum.
Áðrenn endaliga døgurðan á Hotel Føroyum fríggjakvøldið verður fótbóltsdystur á Tórsvølli millum vinstrafólk og sambandsfólk.
Hetta er ikki fyrstu ferð, at Vinstra hevur summarfund í Føroyum. Seinast var í 1992, tá ið Uffe Ellemann Jensen var formaður floksins.
Í ferðalagnum verða umleið 80 fólk. Flestu fólkatingslimir floksins eru við umframt makar.