Rúsdrekkasølan hevur søluhagtøl aftur til 2. november 1992, tá latið varð upp á fyrsta sinni, og hesi tøl tala sítt greiða mál.
- Vit hava havt vøkstur í søluni av víni øll árini uttan undantak. Í prosentum er vøksturin fallandi, men tað er nú heldur ikki so løgið, tá talan er um øking 21 ár á rað, sigur Rúni Herup Olsen, sum er innkeypsleiðari hjá Rúsuni.
Fyrstu tíðina var úrvalið kanska heldur avmarkað hjá Rúsuni. Upprunaskipanin, har keypt varð um diskin, gav ikki møguleika fyri sama talinum av hillametrum, og hvørki brúkarin ella Rúsan sjálv høvdu tann kunnleikan um vín, sum tey hava í dag.
- Nøkur einstøk víndrekkarafeløg vóru longu til, tá vit opnaðu, men kunnleikin var ikki tann stóri. Ofta var tað Mattheus ella Piesporter, sum stóð á borðinum, tá veitslur vórðu hildnar, og heldur ikki her hjá okkum var kunnleikin serliga stórur.
- Vit gjørdu tí rættiliga skjótt av, at vit í samstarvi við veitarar breiðkaðu okkkara vitan um vín, og í dag haldi eg, at vit hava eitt hampuliga gott úrval av víni. Sjálvandi kann tað altíð betrast – og tað royna vit eisini. Men vit hava í dag eitt breitt úrval, bæði í vínøkjum, drúvum, prísflokkum og so framvegis. Og samanlagt hava vit í dag á leið 300 ymisk sløg av víni, sigur Rúni Herup Olsen.