Vínplatturin eitt ár

Danishwineforum.dk hava gjørt eina samrøðu við Óla Olsen, mannnin aftanfyri Vinpalle.

Vinpalle fylti eitt ár 30. oktobur og danska heimasíðan danishwineforum.dk hevur í tí sambandi gjørt eina samrøðu við Óla Olsen, stjóra á Vinpalle.

 

Í samrøðuni greiðir Óli Olsen frá, at hann fekk hugskotið til Vinpalle, meðan hann arbeiddi hjá Vivino.

 

Hann greiðir frá, at hugskotið handan Vinpalle er einfalt. Teir selja ein ávísan platt av víni hvørja ferð. Tá ein plattur so er útseldur, bjóða teir ein annan platt til kundan.

- Vit finna tey bestu vínini hjá donskum innflytarum og samráða okkum so til avbera góðar prísir, sum okkara kundar fáa ágóðan av, sigur Óli Olsen við donsku heimasíðuna.

 

Óli Olsen greiðir frá, at Vinpalle hevur havt ein góðan vøkstur hetta fyrsta árið. Teir hava ætlanir um at veksa um virksemi, og hava í fyrstu atløgu avgjørt, at leggja dent á at betra samstarvi við donsku innflytararnar.