Her fáa føroysk virkir høvi til at møta norskum virkjum, sum arbeiða á sama øki, og sum dag eru veitarar hjá oljuvinnuni. Endamálið er bæði at skapa kontakt og møguligt samstarv millum virkir við sama arbeiðsøki, og at tey føroysku virkini kunnu læra av royndunum hjá teimum, sum hava verið veitarar innan oljuvinnuna í rúma tíð.
Samstarv millum
føroysk og norsk
vinnufeløg
Í august var Jan Mortensen, stjóri í Vinnuhúsinum, á vitjan í Stavanger og kunnaði seg um norsku oljuvinnuna. Samband var eisini fingið í lag við norska arbeiðsgevarafelagið, branchufelagið hjá oljuvinnuni og vinnulívsráðið í býnum. Roynt var m.a. at fáa í lag eitt samstarv við norska vinnulívið, ið kann menna føroyska vinnu í oljuhøpi, og har kom henda vitjan upp á tal.
Í desember vitjaði vinnulívsráðið í Stavanger higar, og endalig avtala varð gjørd um eina vinnuvitjan, har tað einstaka føroyska virkið kemur út til eitt norskt virki, ið arbeiðir innan sama øki, og hevur møguleika fyri at brúka ein dag saman við teimum.
Í lýsing í blaðnum í dag bjóðar Føroya Arbeiðsgevarafelag virkjum við á hesa forvitnisligu ferð. Um áhugin er nóg stórur verður flogið beinleiðis til og frá Stavanger.
Nærri veruleikanum
Fleiri tiltøk hava verið seinasta árið, har vinnan hevur havt høvi til at fáa vitan um oljuvinnuna. Tvær væleydnaðar ráðstevnur vóru hildnar í Norðurlandahúsinum og fleiri føroysk virki luttóku á oljumessuni í Aberdeen. Hesi tiltøk hava givið vitan og gjørt oljuvinnuna meira ítøkiliga fyri okkum.
Samskifti okkara við vinnuna vísir tó, at nógv virkir standa eftir við nógvum ósvaraðum spurningum: Hvussu koma vit í gongd? Hvat skal til viðv. góðskustýring?
Lættasti máti at svara hesum og mongum øðrum spurningum er at síggja hvat onnur virkir hava gjørt, ið eru innan somu vinnugrein sum einsjálvur. Og júst hetta er endamálið við vitjanini í Stavanger.