Í fjør fór Dimmalætting á húsagang. Nú eru bæði gamla móðirfelagið hjá Dimmalætting, Sp/F Reyðberg, og gamla dóttirfelagið hjá Dimmalætting, P/F Vinnuvitan, send Føroya Skiftirætti til avtøku.
Stjóri í hesum feløgum var Eyðfinn Reyðberg úr Klaksvík. Áðrenn Dimmalætting fór á húsagang í september í fjør, tók hann P/F Vinnuvitan burtur úr búnum, tí hann hevði pant í felagnum. Hóast P/F Vinnuvitan hevði positivan eginpeng í 2012, tá P/F Dimmalætting átti felagið, so er okkurt sum bendir á, at tað ikki hevur gingið so væl hjá Eyðfinni Reyðberg at stjórna felagnum. Tí hetta felagið er eitt av feløgunum, sum í gjár vórðu borin í Skiftirættin, tí felagið ikki hevur latið inn roknskapin.
Sambært tekningarútskrift hjá Skráseting Føroya, so er endamálið hjá hjá P/F Vinnuvitan at reka handil, umboðan, tænastu og annað virksemi í hesum sambandi. Hjánøvn hjá felagnum eru Skipalistin, Vinnuvitan.biz, VikuTúr, VikuTur, Viku Tour.
Nevndarformaður var Johan Andrias Reyðberg í Klaksvík. Nevndarlimir vóru Ásmund Reyðberg á Oyrarbakka og Eyðfinn Reyðberg í Keypmannahavn, sum eisini var stjóri í felagnum.
Sambært Skráseting Føroya eru teir allir koyrdi frá, og innkomin sum ábyrgdarhavandi er Føroya Skiftirættur.
Felagið hjá Eyðfinni Reyðberg, Sp/F Reyðberg, sum m. a. átti Dimmalætting, hevði í roknskapinum fyri 2012 negativa eginogn upp á slakar 2,7 milliónir krónur. Tapið av Dimmalætting hevur uttan iva verið stórt – kanska so stórt, at tað er orsøkin til, at felagið ikki hevur gjørt roknskap og harvið er sent í skiftirættin til avtøku.
Orsøkin til, at feløgini hjá Eyðfinni Reyðberg eru send í skiftirættin kann ikki vera, at hann hevur gloymt at latið roknskapirnar inn. Tí hann er serfrøðingur á økinum, og ráðgevur fólki í júst slíkum spurningin. Hann er javnan serfrøðingur hjá Kringvarpi Føroya í fíggjarmálum. Um seg sjálvan skrivar hann á Vinnuvitan.fo, at »hann hevur 25 ára royndir í fíggjarheiminum, herav flestu árini sum leiðari og bankastjóri. Vinnu-rekandi. Siviløkonom HD. Serkønur í organisatión, leiðslu, fígging og virkismenning.«