Vinnuhúsið greiðir á heimasíðuni frá grundgevingunum til at velja Vinnuvitan sum Ársins Átak 2006:
Ársins átak verður givið fyri at heiðra eitt virki ella ein persón, sum hevur gjørt eitt serligt átak, ið kann gagna vinnuligum framburði. Eisini sættu ferð hevur verið úr at velja í hjá nevndini í samband við ársins átak.
Vit síggja stórar vinnuligar broytingar og rembingar í føroyska samfelagnum. Vit síggja ognarrættindi skifta eigara til virði, sum hava tykst óhoyrd. Tað er eitt tekin um sunt váðafýsni. Slíkir vinnuligir møguleikar og av bjóðingar verða tiknar í einum samfelagi, har borgarar og fyritøkur trúgva upp á framtíðina.
Í einum slíkum samfelagi er tað av størsta týdningi, at okkara fjórða statsmakt, fjølmiðlarnir, eru virknir. Fjølmiðlar, ið ikki røkja partapolitisk, fakfelagslig ella onnur óviðkomandi endamál.
Fyri vinnulívið er tað eisini týdningarmikið, at vit hava miðlar, sum seta fokus á føroyskt vinnulív og vinnukarmar, miðlar, sum lýsa handilsliga og búskaparliga rákið, og miðlar, sum megna at viðgera gongdina hjá einstøkum virkjum og fyritøkum í landinum og meta um úrslit og framtíðarútlit hjá teimum.
Slík viðgerð av vinnulívinum í fjølmiðlunum er eisini ein treyt fyri at menna ein partabrævahugburð í samfelagnum. Borgararnir skulu hava møguleika at meta sjálvstøðugt um fyritøkurnar og ikki dúva upp á litaða ávirkan.
Tá Vinnuhúsið fyri nøkrum árum síðani byrjaði at leggja tíðindir á heimasíðu sína, var tað tí, at vinnuviðurskiftir høvdu alt ov lítlan áhuga í fjølmiðlunum og í almenninginum. Her kann verða staðfest at vend er komin í, og størstu broytingini stendur blaðið Vinnuvitan fyri.
Tað er út frá hesum, at nevndin hevur valt at heiðra Vinnuvitan sum ársins átak 2006.
Blaðið hevur nú so dyggiliga víst, at tað er komið fyri at vera - við einum blaðið um vikuna og við alt fleiri blaðsíðum. Upplagið á blaðnum er 2.500, upp á seg eitt sera høgt tal sæð í mun til danska Børsen við 70.000 og íslendska Viðskiptablaðið við 4.000 eintøkum. Góðskan á blaðnum er eisini ment, og innihaldið vorðið meira fjølbroytt.
Nevndin hevur tí ikki ivast í at heiðra júst Vinnuvitan sum ársins átak 2006.
Kelda: www.industry.fo