Vinnuvitan og flogvallarmálið

Blaðstjórin á vinnuvitan er óførur, tá tað kemur til aktuellu samferðslumálini

Í leiðaranum »Nýggjur flogvøllur fyritreyt fyri altjóðagerð« 20. des. leggur hann út tað, sum Vinnuvitan raðfestir fremst, tá ræður um altjóðagerðina.

Hann sigur m.a. soleiðis: Vit eru av teirri fatan, at um vit ikki skulu gerast eftirbátar í mun til samfeløgini kring okkum, eiga vit at menna samfelagið, alt tað vit kunna, vit eiga bæði at gera ein Sandoyartunnil, eins og vit eiga at finna eina varandi loysn at binda suðuroynna saman við restini av Føroyum. Tá tað er sagt, so halda vit, at tann verkætlan, sum veruliga fer at avgera, um vit fara at standa okkum í kappingini við útheimin, og veruliga gerast ein partur av altjóðagerðingini, er ein altjóða flogvøllur, »har øll flogfør kunnu lenda í øllum veðri«!

Og júst í dag lesi eg hendan leiðaran - tollaksmessudag - ein av fleiri døgum, har allir flogvallir í øllum amerikonsku miðstatunum eru stongdir vegna vánaligt veður!

 

Verður hann boðsendur til USA?

Løgið at ikki USA boðsendir hesum manninum at koma til Chicago, Huston ella aðrar býir at ráðleggja teimum! Vit vita í hvussu so er, at í miðjum USA er ikki talan um smáoyggjar, men heldur víðar og villar víddir. Her skal tú ikki út á Nólsoynna sum einasta staðið, um tú skalt hava ein krossvøll. Vit vita eisini, at er veðurlagið vánaligt hjá teimum, so er tað hvaðna verri her hjá okkum.

So! Um Óli á Deild Olsen kann byggja ein flogvøll í Føroyum til øll flogfør at lenda í øllum veðri, so er eingin orsøk, hjá amerikanarum í hundraðtúsundtali at liggja veðurfastir og ikki sleppa heim til jóla, meðan Atlantsflog einans hevur smáseinkingar í stovmveðrinum í Vágum.

Ella hví ráðgevur hann ikki um nýggjan Londonflogvøll av hasum nýggja slagnum. Vit hoyra jú fleiri ferðir árliga um stongdar flogvallir har niðri eins og við aðrar evropeiskar stórbýir!

 

Kundu teir hildið skarpan!

Mangur veit um Ólav kong at siga, men fáur hevur hann sæð!

Høvdu hesir fremstu talsmenn vinnurnar duga at hildið seg til evni teir hava skil fyri - og tey eru als ikki fá - so kanska tann semjan, sum er gjørd millum fjøldina av føroysku politikkarunum, verður framt innan rímuligan tíðarkarm.

Bæði vit, sum starvast innan føroyska ferðavinnu, alt hitt føroyska vinnulívið og allir føroyingar hava brúk fyri beinanvegin at fáa maximerað regularitetin í Vágum við nýggjari og tøkari innflúgvingartøkni, so ferðandi oftari koma fram til tíðina.

Vit hava eisini brúk fyri einum nýggjum terminali, og at breytin verður longd ætlaðu 450 metrarnar, so vit fáa tað maximala burturúr teimum miðalstóru flogførunum, Atlantsflog ætlar at útvega sær.

Vit hava enn ikki brúk fyri einum flogvølli fyri tvær milliardir til jumbojettarar, sum taka so nógv ferðandi, at sambandið úteftir einans verður annanhvønn dag og einans yvir Keypmannahavn!

Partur av avlopspeninginum millum 360 mió til Vágar og 2 mia til Nólsoyarprojektið, Skorðhædd ella Glyvursnes er vælbrúktur til Sandoyartunnilin!