Vinnuvinnarar

Bogi Eliasen cand.scient.pol


Kjakið um vinnubroytingar og alheimsgerð flýgur um oyruni, 2015, vinnupolitikkur og einskiljingar eru bert dømi.

Nógv verður tosað um alheimsgerð og at Føroyar skal alheimsgerðast. Heimurin er meira opin, og fjarstøða kann ikki longur sigast at verða ein generel forðing. Á pørtum av vitanar- og tænastuvinnuvirksemi er meirkostnaðurin ógvuliga lágur, um arbeitt verður út um landoddarnar. Tøkniliga menningin ger, at nógv størri partar av handli kunnu verða altjóða og tí vaksa sølumarknaðurin og møguleikarnir eisini, eins og kappingin. Alheimsgerð í einum samfelagi hevur nógv við hugburð at gera, tað er viljin til at vilja virka altjóðan og viljin til at fáa poltisku skipanina at arbeiða fyri best møguligum treytum, so hetta gerst møguligt í einum samanspæli við at halda fast um seg sjálvan og sína mentan. Vit síggja í fleiri londum, at umfatandi altjóðargerðin av vinnu ger, at mentanin vendir sær inneftir.

Mást verða lokalur fyri at gerast globalur
Fyri at styrkja seg úti, er eisini neyðug at vita hvat man er. Tí umræður ikki bert at leypa framav í eina alheimsgerð, men at ansa eftir at øll virðir ikki verða tveitt fyri borð í hesi tilgongd, men heldur ikki verða so bangin at øll framgongd steðgar Mentan er dynamisk, hon broytist, og tí er neyðugt at vit hava alheimsgerðina við í hesi tillaging.
Úti í heimi síggja vit eitt enn størri fokus enn nakrantíð, at tað er neyðugt at hugsa um mentan og samfelag, um ætlanin er at fara inn á ein útlendskan marknað, og ikki minst Muhammed-tekningarnar hava víst, at heimurin ikki er standardiseraður. Tað merkir bæði at størri dentur verður lagdur á hvar ein fer, men eisini at heimamarknaðir í alheimsgerðini halda fast í sínari mentan. Talan er ikki um at vit eru við at fáa ein standardiseraðan heim, har sama vøra uttan himpr bara fer kring knøttin. Tí má føroyska tilgongdin um at gerast ein sterkari partur í tí meira alheimsgjørda heiminum, eisini taka atlit til okkara egna bakland. Tað sær út sum fleiri eru, sum við eitt fáa ein tilgongd við opnum handilslívi, hetta saman við einum mentarrákið sum fer aftur til rótina.

Einskiljing
Einskiljingin av Atlantsflog hevur frá bæði landsgranskoðara og løgtingsmanninum og roynda vinnulívsmanninum Poul Michelsen í farnu viku fingið av grovfílini. Málið snýr seg um hvussu Atlantsflog skal einskiljast, í hesum førinum um 33% ella 66% skulu seljast í einum. Tað hevur sera stóra ávirkan á prís og áhuga, um møguleiki er fyri at keypa meiriluta. Hitt kann verða spælið um Atlantsflog skal verða á føroyskum hondum ella ikki. Faroejet hevur longu marknaðarført seg sum tað av føroysku feløgunum, har eisini tú og eg kunnu seta smápengar inn. Um Atlantsflog fer á útlenskar hendur, so er tað knappliga Faroejet sum verður tað føroyska felagið. Annar leisturin má veljast, og veljast má um størri atlit skulu takast til prís ella hvør ella hvørji skulu eiga fyritøkuna.

Streymur
SEV hevur somleiðis verið á breddanum í longri tíð í einum almennum klandri, sum mest av øllum minti um Latínamerikanskar novellir ella soat operera í bæði longd og intensiteti. Eitt veruligt drama. Men SEV er eisini ein serliga umráðandi partur í einum nýmótans samfelagi, sum er tengt at orku og serliga ravmagni í bæði arbeiði og gerandisdegnum heima. Spurningurin er um SEV hevur verið nóg gott og um tað hevur verið satsað uppá tað rætta. Politiska uppgávan her er at tryggja støðugt ravmagn og at prísirnar eru, soleiðis at tað ikki skaðar hvørki vinnulív ella privat, men eisini at umhvørvið og sjálvbjargni er við í roknistykkinum.

Partafelagið SEV?
Tosað hevur eisini verið um at gera SEV til partafelag. Einskiljing av ravmagnsveitarum er ikki eitt ókent fyribrygdi í Europa. Harumframt verður ravmagnsmarknaðurin í ES heilt liberaliseraður 1. juli komandi ár. Hetta er ein marknaður við nógvum sterkum fyritøkum, sum komandi tíðina fara at berjast hart um at vinna markaðir og at keypa hvønn annan. At gera SEV um til partafelag nú hevði tí rakt beint í eitt tíðarkeið tá hugurin í Evropa at keypa er serstakliga stórur. Tí er tað ikki óhugsandi, at útlendskur áhugi kann verða fyri at keypa t.d. SEV, og tí má tann møguleikin eisini takast við. Vit skulu tó eisni hugsa um allar aðrar møguligar orkukeldur, sum eisini kunnu gera okkum meira sjálvbjargin á økinum, eins og nyttuna av at fáa útlenska vitan og kapital inn. Kanska er rættari her at hugsa stórt og samantvinna arbeiðið at brúka Føroyar sum royndarstøð fyri ymsum orkuverkætlanum og beinleiðis el-veiting í Føroyum. Ein av trupulleikunum at gera størri verkætlanir í Føroyum hevur verið kapitalur, og hann kann kanska fáast til vega í slíkari tilgongd.

Orka og 2015
Ikki er nógv beinleiðis um orku í 2015, men í uppskotinum um nýggjan vinnupolitik frá vinnumálaráðharranum stendur at vit ikki hava orkupolitik, men at ein arbeiðsbólkur arbeiðir við hesum, og væntandi verður ein orkupolitikkur orðaður í ár. Økið er umráðandi vinnupolitiskt, tí vinnan hevur tørv á støðugari orkuveiting og fyri ein prís, sum ikki oyðileggur kappinarføri. Eisini hava umhvørviskrøv ávirkan á framleiðslukostnaðin, í ávísum mun atgongd til marknaðir og avleiðingarnar við møguligari dálking fyri bæði okkum og alheimssamfelagið.

Vinnumálaráðið hevur valt at hava eitt kjakforum á heimsíðuni www.vmr.fo, undir heitinum Vinnupolitikkur Visjón 2015 har fólk kunnu siga sína hugsan um vinnupolitik. Evnini kjakast verða um, verða broytt tvær ferðir um vikuna og til hvørt evni siga tveir gestir sína hugsan. Kanska tað eisini setir fokus á orkupolitikkin. Nógv eru orðini og ætlanir skulu til, men einki er liðugt fyrr enn tilgongdin er komin heilt á mál. Alheimsgerð setir tað lokala í tað glonala og tað globala í tað lokala, og tí kann SEV eins væl og Atlantsflog bæði hava útlendskan eins væl og føroyskan áhuga.