Nú klokkan 15 byrjar vinnuting við Gjógv, sum Eysturoyar Vinnulívsfelag skipar fyri. Tað verður formaðurin, Rodmundur Nielsen, sum bjóðar vælkomin, og síðan fer Eirikur Sune Danielsen, stjóri, at siga frá um virksemið á Gjáargarði.
Helgi Hansen, stjóri, fer at siga frá um Element-og Betongvirkið við Gjógv, og eftir steðgin, sum verður klokkan 15.45, fer Elsa Jóhanna Høgenni, starvsfólkaleiðari hjá Landsverki, at tosa um starvsfólk og virðisøking.
Tey, ið vilja vita meiri um Eysturoyar Vinnulívsfelag, kunnu hyggja á heimasíðu felagsins www.evf.fo