Vinnuting í Eysturoy

Seinnapartin í morgin, fríggjadagin, skipar Eysturoyar Vinnulívsfelag fyri vinnutingi á Vónini í Fuglafirði. Tað verður Rodmundur Nielsen, formaður í Eysturoyar Vinnulívsfelag, sum setir vinnutingið klokkan 15 í morgin og bjóðar vælkomin.

Aftan á verður greitt frá virkseminum á Vónini, og síðani verður kunnað um eftirlønartryggingar og pensjónskapital í vinnulívinum.

Áðrenn limir í Eysturoyar Vinnulívsfelag sleppa eina rundferð á Vónini, verður eitt upplegg um, hvussu vinnan fær eitt betri grundarlag at byggja sínar avgerðir á.