Vinnutema - Flogvallaroyggin

Í næsta ár verður helst hol sett á útbyggingina av flogvøllinum í Vágum.

Flogbreytin skal longjast og haraftrat verða íløgur eisini gjørdar í betri hølisumstøður fyri ferðafólkini. Spurningurin um at byggja ein alternativan flogvøll í Føroyum hevur eisini leingi verið á tí politisku dagsskránni, tó at eingin avgerð er tikin í tí málinum. Nógv uppskot hava verið um slíkan flogvøll í Suðurstreymi, í Sandoynni og í Eysturoynni. Eisini hevur uppskot um Nólsoy verið frammi. Tað seinasta og møguliga tað mest spennandi uppskotið er at gera alternativa flogbreyt í Vágum, nærhendis verandi flogvølli, í longsta dali í Føroyum, Klovanum. Vinnan fer í dag at taka upp hesi málini og fara vit m.a. at tosa við borgarstjóran í Sørvági, Jákup Suna Lauritsen, Boga Jacobsen, stjóra í ráðgevandi fyritøkuni Munin, Jákup Lauritsen, flogskipara og Dávid Reinert Hansen, stjóra í Vága Floghavn.