Vinnustuðulin brúktur til almanna og heilsuøki

Tað sæst í teimumtrimum undanfarnu fíggjarlógum, at tey øki, sum hava fingið hægri raðfesting enn nakrantíð, eru almannøki, heilsuøki og skúlin.

 

Men hvussu ber tað til, at hesi øki kunnu fáa eina økta raðfesting uppá 600 milliónir, tá vit kortini hava megnað at spart 1,5 milliardir saman.

Jú, tað er millum annað tí, at vinnu- og fiskivinnustuðulin er so at siga burtur, og tí at vit hava havt eina fasta hond á íløgusíðuni.


Vinnustuðulin brúktur til almanna og heilsuøki.

Fiskivinnan FEKK stuðul, Alivinnan FEKK stuðul, og Skipasmiðan FEKK stuðul. Men hygg í dag, stuðulin er burtur. Ikki bara í krónum og oyrum, men hugburðurin er somuleiðis broyttur. Eftir tógvið stríð í samgonguni eydnaðist tað Tjóðveldisflokkinum, at sannføra hinar um, at stuðulspolitikkurin til vinnuna, var ongin gongd leið at ganga. Heldur ikki um nógvir pengar vóru í landskassanum. Vit vildu heldur økja raðfestingina til tey bleytu virðini og føra ein ábyrgdarfullan búskaparpolitikk, sum miðar eftir sjálvbjargnum búskapi.

Hesin politikkur tekur tíð, men má fyri alt í verðini sleppa at halda fram.


Føroyar og Danmark tveir samstarvspartnarar.

Á Danatingi eiga vit at brúka røðarapallin, til at tosa um tey statsrættarligu viðurskiftini millum Føroyar og Danmark, um hvørjir trupulleikar eru við galdandi skipan, bæði búskaparliga, samfelagsliga, sosialt og mentunarliga.

Og soleiðis fáa fólkatingið at skilja, hví vit vilja hava evsta vald yvir okkara egna landið, hví vit vilja viðurkennast sum tjóð, hví vit vilja hava eitt javnbjóðis samstarv við danir osfr osfr.

Hesin politikkur má fáa eina byrjan á fólkatingið aftaná 20. nov. Hann skapar virðing millum mannað og mennir eitt veruligt samband við danir.

X við Tjóðveldisflokkin.