Vinnuskattareformur á veg

Landsstýrið hevur tikið stig til eina gjøgnumgongd av skatta og avgjaldslógum, ið ávirka vinnuna og ætlanin er at gera uppskot til ein vinnuskattareform, skrivar Vinnuhúsið í tíðindaskrivi

Ólavur í Beiti


Í tíðndaskrivi frá Vinnuhúsinum, verður m.a. sagt frá, at á fundi í Fíggjarmálastýrinum 21. okt. var skjøtil settur á endurskoðanina av skattingini av vinnuni. Við á fundinum vóru umboð fyri privatu vinnuna, herundir umboð fyri vinnufeløgini og tey 3 stóru aðalstýrinum og ymiskum almennum stovnum.


Samskipa

og raðfesta

Nevnt verður eisini, at Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur sett sær fyri at samskipa og raðfesta sjónarmiðini hjá privatu vinnuni viðvíkjandi einum vinnuskattareformi. Hetta bæði fyri at lætta um arbeiði, men ikki minst fyri at geva privata útspælinum størst møguliga vekt.

? Bæði vinnufeløguni og grannskoðarnir hava fleiri ferðir víst á neyðugar ábøtur í skatta- og avgjaldslógum. Nevnast kunnu dømir sum lægri skattir og avgjøld sum heild, hækkan av markinum fyri nú-avskrivingar úr verandi 4.000 uppí einar 20.000 kr og møguleiki fyri inntøkujavning í skatti, stendur at lesa í tíðindaskrivi frá Vinnuhúsinum.