Vinnuskattalóggávan verður endurskoðað

Fíggjarmálastýrið hevur tikið stig til, saman við vinnuni og Vinnumálastýrinum, at endurskoða vinnuskattalóggávuna, so at hon verður meira eggjandi fyri vinnuna, og vinnumálaráðharrin, Finnbogi Arge, ætlar sær at stuðla Fíggjarmálastýrinum í hesum

Ólavur í Beiti


Undir aðalorðaskiftinum í gjár, tá ið frágreiðingin hjá vinnumálaráðharranum var til viðgerðar í tinginum, segði Finnbogi Arge m.a. viðvíkjandi lagaligum skattaskipanum, at farna mansaldur er skattabyrðin í framkomnum londum bara vorðin alsamt tyngri, men nú tykist, sum hon fer at lætna aftur, við tað at hugburðurin hjá politikarum og veljarum er við at broytast.

? Mong lond hava nú viðurkent vansarnar av høgum skattatrýsti. Breið tvørpolitisk undirtøka er fyri at lækka (serstakliga) vinnuskattin til at skunda undir vøkstur og íløguhug. Eisini í Norðurlondum, sum tykjast serstakliga viðkvom viðv. fríum flutningi av kapitali, og sum vita, at høgt skattatrýst styggir møguligar útlendskar íleggjarar.


Úr 49 niður í 12,5%

Og um gongdina í Føroyum, segði Finnbogi Arge, at fyrst í 90-árunum var vinnuskattaprosentið í Føroyum lækkað úr 49 niður í 22%. Tá var tað næstan 50% í Norðurlondum. Sum partur av Norðurlendska skattasamstarvinum kundu tey fata hetta stig sum at misnýta teirra skattarúm. Eftir samráðing varð føroyska vinnuskattaprosentið sett til 27%. Stutt eftir lækkaðu Norðurlond prosentið niður í nánd av tí føroyska.

? Vinnuskattaprosentið eigur fyrst at verða lækkað niður í 20% longu frá 1. januar 2000. Síðan niður í 12,5%, so skjótt tað er fíggjarliga og politiskt møguligt. Fordømi er um hetta, nú ES hevur loyvt Írlandi 12,5% frá 2005. Vanligi inntøkuskatturin átti at verðið lækkaður mið- og stigvíst. Ein góður máti er at bjóða frádrátt fyri at seta pening í føroysk partabrøv ? beinleiðis ella óbeinleiðis gjøgnum felagsgrunnar. Neyv útrokning eigur at verða gjørd, hvussu stórur hesin skattalætti verður, og nær hann verður settur í gildi.


Frálandafyritøkur

? Eisini eiga vit at fara at hugsa um at seta í verk eina skattaskipan fyri frálandafyritøkur, har keyparar og seljarar eru uttan fyri Føroyar, sum kundi líkst t.d. teirri íslendsku við 5% skatti.

? Fíggjarmálastýrið hevur tikið stig til, saman við vinnuni og Vinnumálastýrinum, at endurskoða vinnuskattalóggávuna, so at hon verður meira eggjandi fyri vinnuna. Landsstýrismaðurin í vinnumálum vil stuðla Fíggjarmálastýrinum í hesum, segði Finnbogi Arge m.a. í frágreiðing síni um búskaparvøkstur.