Vinnureformur

Vit hava tvinnar høvuðsinntøkur í okkara samfelag. Onnur er trygg, men lítil, meðan hin er órtygg frá ári til ár og altavgerandi fyri, hvat vit hava av peningi at ráða yvir.

Eg hugsi um blokkstuðulin og fiskivinnuna í víðastu merking. Um blokkstuðulin er ikki stórt annað at siga enn, at tann inntøkan varð munandi niðurskorin eftir okkara egna ynski, tíverri uttan at nakað munagott varð gjørt fyri at skapa aðrar inntøkur í staðin.

Tilgongd
Tað má vera fyrsta og fremsta uppgávan hjá einum nýggjum løgting at fara undir eina menningartilgongd fyri at skapa betri fortreytir fyri nýggjum vinnuvegum, sum kunnu skapa fleiri arbeiðspláss og størri inntøkur, bæði til vinnuna og tað almenna. Hetta má gerast í samstarvi við fólk í øllum vinnugreinum, so tað ikki bara vera upplop, sum ikki hava livilíkindi.
Meðan hetta verður gjørt er neyðugt at skapa tryggari og meira varandi karmar um fiskivinnuna, sum verður okkara álit nógv ár frameftir.

Stertarnir
Vit fingu eina nýggja fiskivinnulóg í 1994, ein lóg, ið av mongum verður mett at vera so fløkt, at hvør skipari og reiðari má hava hægstu løgfrøðiligu útbúgving fyri at finna út av henni. Hendan sama lóg, ið er grundarlagið undir okkara høvuðs útflutningsvinnu, er broytt heilar 41 ferðir, síðan hon var samtykt.
Vit hava eisini alivinnuna, ið fyri fáum árum síðani ók á knøunum, men sum nú blómar aftur. Hetta er hent eftir, at nýggir lógarkarmar vórðu skaptir í góðum samstarvi millum myndugleikarnar og alivinnuna. Nú er áhugi í londunum uttan um okkum at seta seg inn í okkara skipan av alivinnuni.

Óvissan
Eg haldi at vit skylda okkara høvuðsvinnu og samfelagnum at fara undir eina líknandi tilgongd fyri fiskivinnuna. Tað einasta vissa, ið vinnan hevur at halda seg til er, at 1. januar 2018 fella øll veiðu- og fiskiloyvi burtur, og enn er einki veruligt hent síðan 2007, tá hetta varð samtykt.
Vit mugu fara undir eina nýskipan fyri fiskivinnuna, og hetta eigur, eins og varð gjørt við alivinnuna, at verða gjørt í góðum samstarvi við viðkomandi partar, so vit skapa skilagóðar karmar fyri okkara høvuðsvinnu.
Hesum fari eg at arbeiða fyri, um eg verði vald.
Kristianna Winther Poulsen, valevni hjá Sjálvstýrisflokkinum til løgtingsvalið
Les meira á www.kristianna.fo < HYPERLINK "http://www.kristianna.fo/" www.kristianna.fo>