Sendingin verður nú enn meira fjølbroytt, soleiðis at hon umframt bilar og bilvinnuna eisini umfatar handlar og virkir. Í hesi fyrstu sendingini verður nýggi Opel Meriva royndarkoyrdur saman við Heðini Weihe frá Auto Service. Meriva er kendur sum bilurin við teimum sermerktu síðuhurðunum, har bakhurðarnar eru hongdar í afturkant í staðin fyri framkant sum er vanligt. Hurðarnar eru við til at gera tað lætt at kom inn og úr bilinum, serliga hjá t.d. barnafamiljum.
Í vinnuinnslagnum verður vitjað á frisørsalongini Karin'sa í Brekkugøtu í Havn. Í samrøðuni fortelur stjórin Karin Sólsker m.a. um salongina og um hvussu frisørar halda seg dagførdar við nýggjasta mótanum innan hár og makeup og um at hon og Vera Larsen frá salongini Vera Klipt í Klaksvík halda skeið fyri donskum frisørum.
Sendingin verður fyrstu ferð send eftir tíðindini kl. 17 hósdagin 28. oktober.










