-Vit kopiera í alt ov stóran mun danskar bygnaðarloysnir. Hví ikki eisini hyggja eftir øðrum londum eitt nú Bretlandi sigur Ben Arabo, sum starvast hjá oljufelag í London. Ben Arabo sigur við Vinnurásina hjá Rás2, sum verður endursend í dag klokkan 14, at føroyingar í alt ov stóran mun kopiera danskar bygnaðarloysnir, vitandi at Danmark hevur ein tann størsta almenna sektorin í heiminum. Vit eiga eisini at hyggja aðrastaðni og hann heldur tað er pláss fyri at gerra broytingar í almennu ráðunum, soleiðis sum tíðirnar eru vornar. I vinnusendingini verður eisini vitjað á vinnudegi hjá Føroya Tele í Norðurlandahúsinum, har eitt nú framtíðargranskarin Lise Lotte Lyngsøe heldur áhugaverdan fyrilestur um vinnulív í krepputíðum. Jan Müller leggur sendingina til rættis.