Vinnurásin: Bretska bankakreppan við føroyskum eygum

Ikki bert í Føroyum og Danmark verður nógv tosað um bankakreppu og bjargingarpakkar. Hesi mál eru eisini ovast á breddanum í Bretlandi. Hoyrið reportasju úr London í Vinnusendingini á Rás2 millum kl. 16 og 18, har tosað verður við Rúna M. Hansen, stjóra hjá Statoil. Eisini verður tosað við forstjóran í Føroya Banka, Janus Petersen um seinasta bjargingarpakkan. Vinnurásin viðger eisini mong onnur áhugaverd evni. Eitt nú vitjað tær báðar Synergisystrarnar, Durita og Ása fyri at tosa um komandi leiðaradag. Umboð fyri NORA vitja at tosa um kunnandi tiltak í Miðlahúsinum um altjóða stuðulsmøguleikar til gransking og menning. Føroyingurin Jens Christian Christiansen, sum hevur búð í Danmark síðani 1970 vitjar eisini í studio at tosa um upprudding eftir eld- og vatnskaðar. Og Vinnurásin hevur eisini tosað við umboð fyri byggivinnuna um spennandi byggistevnuna, sum verður í vár. Jan Müller er vertur í Vinnusendingini.