Vinnupolitisku telvingarnar halda á

Samráðingarleiðarin, Jóannes Eidesgaard, letur væl at samráðingarstevninum. Vinnupolitikkur er framvegis á skránni. Hóast flokkarnir eru hugsjónarliga ymiskir á máli um, hvussu vinnupolitikkurin skal orðast, so gongur væl at finna eina felags semju á økinum

Seinast í sjeytiárunum hevði amerikanski tónleikabólkurin, The Jackson 5, við umstrídda Michael Jackson á odda eitt stórt hitt við lagnum ABC.
A-B-C tónarnir í føroyskum politikki, Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin syngja framvegis sama lag og løgini gerast betri og betri fyri hvønn dag sum gongur.
Tónarnir, sum eru innspældir um vikuskiftið, ljóða, sambært samráðingarleiðaranum, Jóannesi Eidesgaard, so mikið væl, at nógv bendir á, at Javnaðarflokkurin, Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin verða flokkarnir, sum skulu mynda samgonguna komandi árini

Tung økið
Javnaðarflokkurin, Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin hava um vikuskiftið umrøtt ríkisrættarligu støðuna og vinnupolitikk. Samráðingarleiðarin sigur, at tað er til ætlað, at tey sonevndu tungu evnini verða viðgjørd fyrst.
Viðvíkjandi vinnupolitikkinum og ríkisrættarliga spurninginum eru flokkarnir hugsjónaliga ymiskir á máli, men kortini ganga samráðingar væl.
Jóannes Eidesgaard sigur, at flokkarnir hava funnið ein felagsnevnara á ríkisrættarliga økinum og í løtuni verður dúgliga kjakast um vinnupolitikkin.
Formaður Javnaðarfloksins vil kortini einki ítøkiligt siga um, hvør felagsnevnarin er á ríkisrættarliga økinum, ei heldur hvørjar semjur higartil eru gjørdir á vinnupolitiska økinum millum flokkarnar.

Praktiskur politikkur
Sunnudagin vórðu einskiljingar og rækjuvinnan umrøddar. Sambandsflokkurin og Fólkaflokkarnir eru hugsjónarliga samdir á vinnupolitiska økinum. Báðir flokkar siga seg vilja virka fyri einum føroyskum vinnulívið, sum byggir í størst møguligan mun á privata grundarlagið.
Javnaðarflokkurin er hinvegin afturhaldin, tá einskiljingar av almennum ognum eru á skránni. Hugsjónarligu munirnar á Fólka- og Sambandsflokkinum einumegin og Javnaðarflokkurin hinumegin, hava kortini ikki higartil elvt til stórvegis ósemjur millum flokkarnar.
-Vit vita, at flokkarnir eru ymiskir á máli, tá vit tosa um vinnupolitikk. Hetta gevur pørtunum høvið til geva seg eyka fyri at finna eina felags semju, sigur Jóannes Eidesgaard.
Hann greiðir frá, at eitt eru hugsjónarligir munir, eitt annað er praktiskur politikkur.
-Tað vísir seg ofta, at tað er lættari at finna semjur við flokkar sum eru ymiskir hugsjónarliga, enn flokkar sum líkjast nógv. Líkjast flokkar ov nógv, vísir tað seg ofta, at ein vil halda upp á sítt, heldur enn at finna eina felags praktiska semju, vísir formaður Javnaðarfloksins á.
Jóannes Eidesgaard vísir til samgonguna millum Javnaðarflokkin og Fólkaflokkin frá 1990, har flokkarnir, hóast ymiskir hugsjónarliga, hildu seg til praktiskan politikk og fingu nógv av skafti

Alivinnan á skránni
Samgongusamráðingar skulu halda fram seinnapartin mánadagin. Kreppurakta alivinnan verða á skránni. Øll umboðini fyri Sambandsflokkin, Javnaðarflokkin og Fólkaflokkin skuldu verða við til framløguna hjá Havbúnaðarfelagnum um alivinnuna.
Eftir framløguna fyrrapartin mánadagin, skuldi partarnir hittast seinnapartin mánadagin at umrøða alivinnuna.