Vinnunevndin til Kina

Vinnunevndin hjá løgtinginum fer fríggjadagin á eina vikulanga ferð til Kina at kunna seg um ymisk viðurskifti.

Umframt vinnunevndina, er føroyski sendiharrin í Keypmannahavn við í ferðalagnum, og eisini er ein føroyskur tulkur við.

Vitjaðar verða bæði norðurlendskar sendistovur, handilskømur og ymsir kinesiskir myndugleikar.

Við at trýsta á pílin undir myndini hoyrist tað, sum Alfred Olsen, formaður í vinnunevndini hjá løgtinginum, greiddi frá um ferðina, tá Rás2 tosaði við hann.