Um middagsleitið í gjár eydnaðist endiliga Vinnunevndini hjá løgtinginum at koma ásamt um eina felags orðing í álitinum í málinum um fast samband um Vestmannasund.
Álitið, sum kortini ikki var undirskrivað, tá hesar reglur vórðu skrivaðar, hevur eittans broytingaruppskot, sum sigur, at landsstýrismaðurin í vinnumálum og Landsverksfrøðingurin skulu hava eftirlitið við tunnilsarbeiðinum.
Drúgv viðgerð
Tað skuldu kortini nógvir fundir og nógv hørð orð fella áðrenn nevndin varð samd um eitt álit, og tá tað kom, var tað eftir øllum at døma formaðurin í Vinnunevndini, Heini O. Heinesen sjálvur, sum gav seg mest.
Heini segði við Sosialin leygardagin, at hann metti tað sum eina blástempling av landsverksfrøðinginum, um lógin var samtykt, sum hon sær út nú, men kortini er hann gingin við til at einasta broytingin í uppskotinum frá landsstýrismanninum í vinnumálum er, at landsstýrismaðurin sjálvur og landsverksfrøðingurin skulu hava eftirlit við tunnilsarbeiðinum.
Semjan er styrkin
Tá fundurin í Vinnunevndini var av, fingu vit orð á Heina O. Heinesen, og hann staðfesti tá, at tað eftir øllum at døma verður ein samd nevnd, sum tekur undir við álitið.
Hinir samgongutingmenninir tóku allir undir við uppskotinum hjá landsstýrismanninum, og tí kann spurnartekin setast við, um Heini hevur bakka ella í versta fall lagt kongin mótvegis restini av samgonguni. Hetta spurdu vit hann um.
? Eg haldi ikki, at tað eri eg, sum havi verið trupulleikin. Eg haldi, at tað er ein púra skeiv loysn, sum landsstýrismaðurin í Vinnumálum er komin til, men tað ber ikki til at fáa meiriluta fyri broytingaruppskotum, sigur Heini.
Hann heldur sostatt ikki, at hann hevur bakkað stórvegis, men sær tað heldur sum eina styrki hjá nevndini, at hon er samd um broytingaruppskotið.
Heini lagt kongin
Limirnir hjá Javnaðarflokkinum í nevndini, Hendrik Old og Katrin Dahl Jakobsen, sum møtti fyri Dan R. Petersen, halda kortini, at nevndarformaðurin hevur lagt kongin, so at siga.
? Henda lógin leggur upp til, at arbeiði verður boðið út og tað merkir, at eini 5 til 7 norðurlendsk feløg - íroknað føroysk - sleppa at bjóða upp á arbeiði. Og tað verður neyvan føroysk felag, sum fær arbeiði, sigur Hendrik Old.
Hetta metir hann verða ein trupulleika, tí við hesum fer ein serkunnleiki føroyingum av hondum, sum annars vildi verið bygdur upp.
? Vit vildu fegin, at føroysk arbeiðsmegi varð tryggjað arbeiði í sambandi við tunnilsgerðina, men tað er ikki meiriluti fyri eini slíkari broyting, siga tey bæði, sum kortini ætlaðu sær at royna einaferð enn tá Vinnunevndini hittist eina seinastu ferð áðrenn álitið skuldi leggjast fram.
Brúka sínar egnu
Hendrik Old og Katrin Dahl Jakobsen halda nevniliga, at vandin við ikki at tryggja føroyskum arbeiðstakarum arbeiði í tunnilsgerðini er, at tann arbeiðstakarin, sum fær arbeiði t. d. velur sínar egnu lastbilar og dumparar at koyra við.
? Tað sigur seg næstan sjálvt, at eiga teir t. d. bilar sjálvir, so hevur tað ein meirkostnað við sær, sum tunnilin verður dýrari í tí sambandinum, men tað merkir so, at føroyingar verða settir uttanfyri.Og eg haldi, at Heini í hesum føri hevur ein trupulleika. Hann hevur hildið so øgiliga fast um landsverksfrøðingsstovnin og nú sleppur hann fullkomiliga takinum, sigur Hendrik Old.