Vinnunevndin hartar Helga Abrahamsen

Smittuverja skal ikki fremjast við matstovulóg

Ein meiriluti í vinnunevndini mælir løgtinginum frá at geva Helga Abrahamsen, landsstýrismanni í umhvørvis- og vinnumálum, heimild til aftur at steingja matstovur og skeinkingarstøð fyri at forða fyri smittuspjaðing.

Álitið kom úr vinnunevndini í gjár, og í álitinum ger ein samd vinnunevnd greitt, at matstovulóggava er ikki egnað sum smittuverjulóggáva, og at smittuverjulóggáva er heldur ikki ábyrgdin hjá umhvørvis- og vinnumálaráðnum - tann uppgávan liggur undir heilsumálaráðnum.

Ein meiriluti í vinnunevndini, Bjørt  Samuelsen,  Bjarni  Hammer,  Henrik  Old  og  Bjarni Kárason  Petersen, taka ikki undir við málinum og mæla tí løgtinginum frá at veita landsstýrismanninum tær heimildir at steingja matstovur og skeinkistøð.

Ein minniluti, Johan Dahl, Beinir Johannesen og Jákup Mikkelsen, tekur undir við málinum við teirri broyting, at heimildin hjá landsstýrismanninum skal ikki fara úr gildi á nýggjárinum, men heldur 1. februar.

– Minnilutin [...] vísir  á,  at  um  eitt  smittuútbrot skuldi komið millum jól og nýggjár er neyðugt, at lógin ikki fer úr gildi á nýggjárinum. Tað er tískil skilabetri, at lógin fær gildi fram til 1. februar 2021. Á tann hátt fær landsstýrið eisini tíð og høvi til at fáa tær røttu smittufyribyrgjandi heimildirnar tilvegar.

Minnilutin ger kortini greitt í viðmerking, at tað er átaluvert, at landsstýrismaðurin aftur kemur í tingið við tílíkari lóg á hendan hátt.

– Undirritaðu   gera   greitt,   at   heimild   verður   latin   hesaferð,   men   skulu smittufyribyrgjandi heimildir fáast frameftir, so er neyðugt at fáa rætta lógarheimild til vega umvegis landsstýrismannin í heilsumálum, siga Johan Dahl, Beinir Johannesen og Jákup Mikkelsen.